Fiskavirkisskipan kostar nú meira enn vanligt arbeiðsloysi

Fiskavirkisskipan kostar nú meira enn vanligt arbeiðsloysi
Fyri fyrstu ferð, síðani ALS kom í 1992, hevur ALS goldið meira til fiskavirkisskipanina enn í vanligum arbeiðsloysisstuðli 
ALS mælir til at lækka inngjjaldið 0,2 prosentstig niður í 0,6 prosent.
 
12.07.2024 - 05:09

Fyri fyrstu ferð hevur ALS goldið meira til fiskavirkisskipanina enn í vanligum arbeiðsloysisstuðli. 

28,3 milliónir krónur fóru til fiskavirkisskipanina í fjør.

Vanligur arbeiðsloysisstuðul var 26,9 mió. kr.

ALS kom í 1992. 

Hesi 31 árini, fiskavirkisskipanin hevur virkað, eru goldnar slakar 653 mió. kr. til starvsfólk á fiskavirkjum.

Við ársbyrjan í fjør vóru 1.230 fólk í fiskavirkisskipanini.

Tey vóru 1.000 við árslok.

Í dag eru 926 fólk í skipanini.

Í ársfrágreiðingini hjá ALS fyri 2023 sæst, hvørji virki brúktu fiskavirkisskipanina í fjør.

Tey eru 26.

Stýrið í ALS hevur biðið Umhvørvismálaráðið broyta fiskavirkiskunngerðina, so kravið um at vera tøk ella tøkur á arbeiðsmarknaðinum verður strikað.

Tað kravið kom annars í september í fjør. 

Leiðslan hjá ALS heldur, at útlendingar, sum hava staðbundið arbeiðsloyvi, ikki kunnu lúku krøvini um at vera tøkir.

Tí hava teir, sambært kunngerðini, ikki rætt til pengar úr fiskavirkisskipanini. 

Tað er eisini ivasamt, um føroyingar og onnur lúka krøvini um at vera tøk ella tøkir, tá tey hava setanarligt tilknýti til ávísan arbeiðsgevara. 

Bara ein broyting

Eingin onnur broyting, sum ALS-stýrið mælti landsstýriskvinnuni til at gera, eru gjørdar.

Men tekin eru um, at ætlanin er at gera tær í næstu tingsetu, sigur ALS-stýrið.

Uppskot um broytingarnar eru at stytta tíðina, sum fólk kunnu vera í fiskavirkisskipanini uttan at arbeiða, úr átta vikum niður í fýra.

Eitt annað uppskot er at seta í skipanina virkniskrav, 16 tímar, seinastu fýra vikurnar.

Og uppskot er um bíðitíð í fýra vikur fyri at koma aftur í fiskavirkisskipanina, um fólk vóru fallin fyri virkniskravinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666