Ólavsøkukórið fer undir venjingar

Ólavsøkukórið fer undir venjingar
Fyrsta venjingin verður í læraraskúlahøllini mánakvøldið
Sangskráin er sum vant samansett av bæði siðbundnum sangum og nýggjari føroyskum kórtónleiki. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
12.07.2024 - 11:18

Nú er stundin kom til at taka støðu til, um tú skal syngja við ólavsøkukórnum. 

Sum vant bjóðar Kórsamband Føroya øllum kórsangarum at syngja í ólavsøkukórinum. 

Vant verður í læraraskúlahøllini, og fyrsta venjing verður mánakvøldið 15. juli kl. 19.

Kórleiðari í ár er Leif Hansen. 

Leif stjórnaði ólavsøkukórinum í 2011 og 2012, og er til dagligt kórleiðari hjá Havnarkórinum og hjá Nólsoyar sangkóri. 

Sangskráin er sum vant samansett av bæði siðbundnum sangum og nýggjari føroyskum kórtónleiki, sigur Kórsambandið í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391