Trump fyri drápsroynd

Trump fyri drápsroynd
Hendingin fór fram, tá forsetavalevnið helt røðu á einum veljaratiltaki í statinum Pennsylvania.
Mynd: Anna Moneymaker/AFP/Ritzau Scanpix  
 
14.07.2024 - 09:47

Donald Trump var seint í gjárkvøldið føroyska tíð úti fyri eini drápsroynd á einum veljaratiltaki í amerikanska statinum Pennsylvania.

Pensylvania er ein av sokallaðu “svingstatunum”, har bæði valevni kunnu vinna. 

So skjótt sum skotini hoyrdust var Trump umringaður av fólki frá Secret Service, sum fingu hann inn í ein bil og av staðum.

Forsetavalevnið var rakt í ovara partin av høgra oyra og sá út til at bløða illa.

Tvey fólk lótu lív, og ein av teimum er sambært Secret Service 24 ára gamli gerningsmaðurin. Umframt tey, sum lótu lív, vórðu tvey særd í hendingini.

Stutt eftir hendingina boðaði talsmaðurin hjá Donaldi Trump, Steven Cheung, at Trump hevði  tað fínt, og var til kanningar á einum sjúkrahúsi í Pennsylvania.

 

NET_TRUMP_1
 
Kelda: Ap

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425