Vága kommuna fær átalu fyri handfaring av innlitsmáli

Vága kommuna fær átalu fyri handfaring av innlitsmáli
Umboðsmaðurin mælir kommununi til at dagføra mannagongdir fyri viðgerð av innlitsumbønum
Vága kommuna hevur fingið átalu frá Løgtingsins umboðsmanni.
 
15.07.2024 - 13:12

Vága kommuna hevur fingið átalu frá Løgtingsins umboðsmanni fyri handfaring sína av einum máli um innlit.

Umboðsmaðurin mælir kommununi til at dagføra mannagongdir fyri viðgerð av innlitsumbønum.

Talan var um eina klagu um vantandi svar frá Vága kommunu um innlit í egið mál.

Vága kommuna svaraði ikki innlitsumbønini hjá klagaranum skjótast gjørligt, og kunnaði heldur ikki klagaran um, nær avgerðin kundi væntast, tá ið 10 dagar vóru farnir, sum hon skal sambært fyrisitingarlógini.

Heldur ikki sást í latna innlitinum, hvussu nógv skjøl vóru í málinum.

Umboðsmaðurin gav tí Vága kommunu átalu fyri handfaringina av málinum, og mælti kommununi til at dagføra mannagongdina fyri viðgerð av innlitsumbønum.

Umboðsmaðurin kannaði í vetur viðgerð av málum um alment innlit í størru kommununum.

Tá minti hon Vága kommunu á lógarásettu krøvini til viðgerðartíð, at játtanarskriv eiga at sýna greitt, hvussu nógv skjøl eru tilsamans í málinum, og um innlit verður latið í tey øll. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028