Biljagstran í Havn. Piparsirm brúkt í handtøkuni

Biljagstran í Havn. Piparsirm brúkt í handtøkuni
Beint fyri klokkan sjey í gjárkvøldið endaði ein stutt biljagstran á Gundadalsvegnum í Havn
Maðurin, sum var tikin í gjárkvøldið, er enn á Politistøðini.
 
23.07.2024 - 08:27

Beint fyri klokkan sjey í gjárkvøldið endaði ein stutt biljagstran á Gundadalsvegnum í Havn.

Tá fekk politiið steðgað einum bili, sum í fyrsta umfari slapp sær undan politinum.

Biljagstranin byrjaði kl.18.51 og endaði kl.18.55. 

Maðurin gjørdi mótstøðu, tá hann skuldi takast.

Hann er tí skuldsettur fyri harðskap móti politinum.

Piparsirm var brúkt móti honum.

Nógvar skuldsetingar

Fleiri orsøkir vóru til, at politiið vildi tosa við mannin.

Um hálvgumsjey tíðina var boðað frá, at maðurin hevði sparkað inn eina kamarshurð í einum gistingarhúsi í Havn. Eingin var í kamarinum.

Hann er eisini skuldsettur fyri skilaleysa koyring.

Hann koyrdi móti ferðsluni, har einvegis ferðsla er, og rakti ein annan bil.

Og hann koyrdi móti reyðum ljósi, og hann koyrdi ov skjótt.

Maðurin er í fjørutiárunum.

Politiið vil ikki siga, um hann er føroyingur ella útlendingur.


    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040