Pápi Zeidler: Sverri má ikki vinna á okkum í París

Pápi Zeidler: Sverri má ikki vinna á okkum í París
- Síðst Sverri vann á okkum var í Tokyo, og tað má ikki endurtaka seg í París. Tað sigur Heino Zeidler, pápi Oliver Zeidler, ein av stóru kappingarneytunum hjá føroyinginum
Oliver Zeidler og Sverri Sandberg Nielsen hava róð móti hvørjum øðrum ofta síðstu nógvu árini
Mynd: ollizeidler.com  
 
27.07.2024 - 14:52

Ein av stóru kappingarneytunum hjá Sverra Sandberg Nielsen í gjøgnum árini er týskarin, Oliver Zeidler.

Eins og miðvingurin róði Oliver 'Olli' Zeidler seg í fjórðingsfinalurnar í einskullararógving í OL. Sterki týskarin kom fremstur á mál í fimta riðli við tíðini 06:54.72, umleið 10 sekund frammanfyri næstfremsta mannin.

Tíðin hjá Sverra Sandberg Nielsen, tá hann kom á mál í riðlli seks løtu seinni, var kortini eitt vet betri, og í týsku leguni fylgja tey við og hava virðing fyri føroyinginum, hóast Oliver Zeidler helst er gullfavorittur í París.

 - Síðstu ferð Sverri endaði frammanfyri okkum í kapping var í Tokyo (OL 2021, red.), og tað má sjálvandi ikki henda aftur her í París, segði Heino Zeidler við Jacob Melgaard. 

Heino Zeidler er pápi Oliver Zeidler er í París og hyggur at soninum. Sverri Sandberg Nielsen hevur vunnið á týskaranum fleiri ferðir, men síðan hann gjørdi av at seta seg í aftur einskullaran fyri tveimum árum síðan, hevur Oliver Zeidler verið frammanfyri ikki bert føroyingin, men næstan allar aðrar rógvarar.

 - Sverri er altíð sterkur, og hevur verið ein góður kappingarneyti. Vit hava havt tamarhald á honum síðstu árini, har vit hava vunnið á honum hvørja ferð. Vit hava hann á radaranum og vita, hvat skal til fyri at vinna á honum, segði Heino Zeidler.

 - Um tað so eydnast okkum á degnum, skulu vit rógva um her í París.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345