Barnafrádrátturin hækkar og peningastovnar skulu gjalda meira í skatti

Barnafrádrátturin hækkar og peningastovnar skulu gjalda meira í skatti
Hækkingin í barnafrádráttinum fer at kosta landskassanum 6,5 mió. kr. í 2028, og skattahækkingin hjá fíggjarfyritøkum fer at geva landi og kommunum 25-40 mió. kr.
Landsstýrið hevur skotið upp at hækka barnafrádráttin og at hækka felagsskattin hjá fíggjarfyritøkum úr 18 upp í 22 prosent.
 
21.10.2026 - 08:19

Barnafrádrátturin skal hækka, og fíggjarfyritøkur skulu gjalda størri felagsskatt.

Tað ætlar landsstýrið í uppskoti, sum er komið í løgtingið.

Barnafrádrátturin í landskassanum skal hækka stigvíst tilsamans 1.500 kr. yvir trý ár. 

Og felagsskatturin fer úr 18 upp í 22 prosent.

Fíggjargeirin sleppur av søguligum orsøkum undan avgjaldsskylduni í lógini um meirvirðisgjald. 

Uppskotið skal tí eisini síggjast sum ein størri javnseting millum fíggjarfyritøkurnar og onnur feløg í skatta- og avgjaldshøpi, sigur landsstýrið.

Hækkingin í barnafrádráttinum kostar landskassanum 6,5 mió. kr. í 2028, 13 mió. kr. í 2029 og 19,5 mió. kr. í 2030 og árini eftir tað.

Skattahækkingin hjá fíggjarfyritøkunum verður mett at geva landi og kommunum millum 25 og 40 mió. kr., 17,5 til 28 mió. kr. til landið og 7,5 til 12 mió. kr. til kommunurnar frá 2028. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334