Garðdagur úti í Grøv

Garðdagur úti í Grøv
Tað verður hugnað, samstundis sum tað verður lúkað, sigur Annika Sølvará
Kirkjugarðurin í Klaksvík, úti í Grøv
 
03.08.2024 - 12:42

Tá barnagarðar og ellisheim kunnu hava garðdagar, hví so ikki eisini hava ein garðdag í kirkjugarðinum?

Tað undraði Annika Sølvará seg á, og hevur tí tikið stig til hendan garðdagin í Klaksvík.

- Hetta er ein máti at koma hvørjum øðrum við upp á ein øðrvísi máta, at práta við tey nærmastu hjá grannum í kirkjugarðinum, samstundis sum vit gera okkurt til nyttu.

Tað sigur Annika Sølvará, sum hevur tikið stig til at hava garðdag úti í Grøv í Klaksvík í dag.

Garðdagurin er samskipaður við kommununa og kirkjugarðsleiðaran.

Hetta er fyrst og fremst ætlað sum ein hugnalig løta í góðveðrinum. 

- Í staðin fyri neiligt kjak um standin í kirkjugørðunum, kunnu vit eisini gera okkurt sjálvi, heldur Annika Sølvará.

Upprunaliga ætlaði hon, at hetta skuldi vera eitt einstakt tiltak, men undirtøkan hevur verið góð, so hvør veit, um tað verður aftur, sigur hon.

Garðdagurin úti í Grøv er frá klokkan fýra til seks í dag.

 

Hoyr Anniku Sølvará greiða frá í tíðindunum kl. 12.20 her:

INNSLAG_Garddagur_uti_i_Grov

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860