Vælmannað løgreglulið til staðar í Miðvági

Vælmannað løgreglulið til staðar í Miðvági
Løgreglan møtti mannsterk og alvápnað upp í Miðvági í kvøld, tá hon fór inn í eini hús við høvuðsvegin í bygdini
Eitt mannsterkt og alvápnað løgreglulið ger seg klárt við høvuðsvegin í Miðvági
 
05.08.2024 - 22:11

Servand løgreglufólk fóru í kvøld inn í eini hús við høvuðsvegin í Miðvági. 

"Talan er um ein mann, ið er sálarliga illa fyri. Vit sendu okkara servandu løgreglufólk og tvey samráðingarfólk fyri at loysa spentu støðuna," sigur vakthavandi á løgreglustøðini.  

Løgregluliðið, sum var væl mannað og alvápnað, eitt nú við skjøldrum, fór inn í bústaðin, men alt tóktist ganga stillisliga fyri seg. 

Vakthavandi sigur, at tað var fyri at tryggja, at einki hendi løgreglufólkunum, at servanda løgregluliðið varð tilkallað. 

"Vit vilja helst umganga, at vit skulu arbeiða aftureftir," sum vakthavandi málber seg. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310