Færri nýggir fleiri brúktir

Færri nýggir fleiri brúktir
Framvegis vera færri persónbilar skrásettir í Føroyum í ár enn í fjør. Men dupult so nógv brúkt akfør koma til landið
Næstan 500 elbilar eru komnir í ár.
 
08.08.2024 - 06:30

Framvegis vera færri persónbilar skrásettir í Føroyum í ár enn í fjør.

Teir vóru 80 í juli í fjør, men bara 56 í juli í ár.

Tað eru 24 prosent færri enn í fjør.

Men onnur akfør eru fleiri í ár, so samanumtikið er minkingin 17 prosent.

Til 1. august vóru 231 færri persónbilar skrásettir í ár enn í fjør.

Samanumtikið vóru skrásett næstan 21 prosent færri nýggj akfør frá 1. januar til 1. august í ár enn somu tíð í fjør.

Brúkt akfør

Brúktir bilar koma eisini til Føroya, men teir eru ikki nógvir.

Teir eru tó nógv fleiri í ár enn í fjør, næstan dupult so nógvir.

Innflutt brúkt akfør, sum vóru skrásett, vóru 253 til 1. august.

Tey vóru 128 til 1. august í fjør. 

1. august vóru 2.250 elbilar í Føroyum, 455 fleiri enn 1. januar.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039