Puigdemont aftur í Spania

Puigdemont aftur í Spania
Spanska løgreglan leitar nú eftir Carles Puigdemont, eftir at útlagni katalanski leiðarin í morgun varð sæddur aftur í Spania fyri fyrstu ferð í sjey ár.
Carles Puigdemont kom undan kavi eina stutta løtu í Barcelona í dag, har hann talaði til fjøldina og segði, at hann var har fyri at minna tey á, at "vit eru her enn"
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
08.08.2024 - 15:12

BBC skrivar, at fleiri hundrað stuðlar hjá Puigdemont vóru savnaðir nærhendis katalanska tinghúsinum í Barcelona í morgun í sambandi við innsetingina av Salvador Illa sum katalanskur forseti.

Carles Puigdemont kom undan kavi eina stutta løtu, har hann talaði til fjøldina og segði, at hann var har fyri at minna tey á, at "vit eru her enn", sum hann segði, og legði hann afturat, at "tað at halda eina fólkaatkvøðu er ikki og fer ongantíð at vera eitt brotsverk."

Síðani hvarv Puigdemont aftur. Nú leitar spanska løgreglan eftir honum. 

 

Livað í útlegd 

Boð vórðu givin í 2017 um at handtaka Carles Puigdemont, og síðan tá hevur hann livað í útlegd í Brússel. Politiið leitar nú eftir honum og hevur stongt vegirnir út úr Barcelona. Ein katalanskur politistur er eisini afturhildin, undir illgruna fyri at hava hjálpt Puigdemont at flýggja í einum bili, skriva spanskir miðlar.

Summir spanskir viðmerkjarar undrast á, hví politiið ikki longu hevur tikið Puigdemont, tí longu í gjár legði hann eitt videobrot út á X, har hann segði, at ferðin heim úr útlegd nú var byrjað.

Aleix Sarri, sum er politiskur partamaður hjá Puigdemont, skrivar á X í dag, at "hundraðtals politistar kringseta Barcelona fyri at taka Puigdemont forseta. Ein jagstran goldin við almennum pengum fyri at tekkjast valdinum í Madrid. Hetta er ikki tað, sum demokratiið skal gera."

 

Dagført kl. 15.45:
Sambært lokalum miðlum er løgreglan nú givin við at leita eftir Puigdemont í hesum umfari. Hinvegin verður roknað við, at fleiri onnur fólk verða handtikin fyri at hava hjálpt Puigdemont at sleppa undan politinum, skrivar danska kringvarpið DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815