Flogvanlukka í Brasil: Øll 61 fólkini umborð lótu lív

Flogvanlukka í Brasil: Øll 61 fólkini umborð lótu lív
Svarti kassin er funnin, og kanningararbeiðið er byrjað, eftir at eitt flogfar datt niður við Sao Paulo í Brasil í gjár
Flogfarið datt niður í bygdum øki stutt uttan fyri stórbýin Sao Paulo, men eingin á jørðini læt lív í vanlukkuni. Øll tey 61 fólkini umborð á flogfarinum doyðu
Mynd: Privat upptøka/AP/Ritzau Scanpix  
 
10.08.2024 - 11:13

Øll tey 61 fólkini umborð á flogfarinum, sum datt niður í Vinhedo nærhendis Sao Paulo í Brasil í gjár, hava latið lív.

Tað sigur flogfelagið Voepass, sum hevði flogfarið í flúgving.

Enn er ikki greitt, hví flogfarið datt niður, men svarti kassin, sum gevur týðandi upplýsingar í arbeiðnum við at kanna flogvanlukkur, er funnin, siga brasilsku myndugleikarnir.

Nógv fólk á jørðini sóu flogfarið detta niður og tóku tað eisini upp á film. Hesar upptøkurnar vísa, at flogfarið datt einar 4.000 metrar upp á 1 minutt, og at tað datt beint niður, meðan tað flutti seg í snyrlum.

Serfrøðingar meta hetta vera prógv um, at flogfarið hevur "stallað", sum tað eitur á fakmáli. Tað hevur mist ferðina, og flogskiparin hevur ikki megnað at fingið ferðina upp aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558