Liðfelagar raka hárið av høvdinum í samhuga við liðskiparanum

Liðfelagar raka hárið av høvdinum í samhuga við liðskiparanum
"Vit standa sum ein í dystinum móti krabbameini," skrivar svenska fimtu deildarfelagið Kalmar AIK á X í sambandi við, at felagið vísir liðskiparanum sín samhuga
 
13.08.2024 - 13:46

Í summar fekk liðskiparin hjá svenska 5. deildarliðnum Kalmar AIK FK, Markus Heman, staðfesti eitt sera álvarsligt slag av krabbameini. 

Krabbameinið hevur totalt kollvelt lívið hjá 24 ára gamla manninum, ið nú kempar sín lívsdysti móti krabbameininum.  

Eitt sera rørandi videobrot, har liðfelagarnir hjá Markusi Heman vísa honum sín samhuga og stuðul við at raka hárið av høvdinum, er nú farið um allar geilar á alnetinum. 

Í videobrotinum sæst ein sera rørdur Markus Heman, tá tað verður honum greitt, hvat liðfelagarnir hava gjørt.

Í eini longri samrøðu við Aftonbladet, greiðir Markus Heman frá sjúkuni, og hvønn týdning sovorðin stuðul hevur. 

"Tá mann spælir sín lívs harðasta dyst, so hevur sovorðin stuðul alt at siga. Teir eru so ótrúliga góð fólk. Eg havi ikki orð fyri tí. Eg eri glaður fyri at vera ein partur av Kalmar AIK, og at eg eri komin at kenna so framúrskarandi fólk."

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655