Revsiváttan verður helst kravd

Revsiváttan verður helst kravd
Landsstýrismaðurin fer at biðja ráðharran seta krav um revsiváttan í útlendingalógina
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, tekur undir við kravinum um revsiváttan, tá søkt verður um arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
 
15.08.2024 - 07:03


Tað eigur at vera krav, at útlendingar skulu koma við revsiváttan, tá teir søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður.

Beinir Johannesen, løgtingsmaður, spurdi hann um revsiváttan hjá útlendingum, sum vilja arbeiða í Føroyum.

Landsstýrismaðurin sigur, at hann fer at biðja danska ráðharran í útlendinga- og integratiónsmálum um at gera reglur, sum krevja revsiváttan.

Lógin loyvir treyt

Bjarni Kárason Petersen sigur, at bæði landsins myndugleikar og arbeiðsgevarar eiga at ansa eftir, at útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða, ikki eru dømd brotsfólk.

Hann heldur, at í fyrstu syftu eiga fyritøkur, sum fáa útlendingar higar at arbeiða, at krevja revsiváttan.

Føroyska útlendingalógin loyvir, at slíkar treytir kunnu leggjast á arbeiðsloyvi.

Danski ráðharrin og landsstýrið kunnu samráðast um hesar treytir, sigur Bjarni Kárason Petersen, sum fer at tosa við ráðharran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040