Føroyskur heimsmeistari í backgammon fyri lið

Føroyskur heimsmeistari í backgammon fyri lið
Anna Sofía Jørgensen, ið er ættað úr Miðvági, kann kalla seg heimsmeistari í backgammon fyri lið saman við bretska vinmanninum og stórmeistaranum í backgammon, Oliver Squire
Mynd: Backgammon Festival Aachen á Facebook  
 
16.08.2024 - 09:43

"Eg hevði aldrin trúð, at eg skuldi vera heimsmeistari í nøkrum," staðfestir Anna Sofía Jørgensen úr Miðvági á sínum Facebook-vanga í morgun.

Saman við bretanum Oliver Squire, ið er stórmeistari og yrkisleikari í backgammon, vann Anna Sofía Jørgensen fyrstu heimsmeistarakappingina í backgammon fyri lið, sum bleiv hildin á backgammon-stevnu í týska býnum Aachen.  

Anna Sofía Jørgensen ásannar, at tey ikki høvdu væntað at vunnið kappingina. 

"Eg kenni meg sera takksama og eyðmjúka um, at Oliver spurdi, um eg vildi vera hansara partnari í hesari kappingini."


Anna Sofía Jørgensen og Oliver Squire til høgru á myndini áðrenn finaluna móti japanska parinum

 

Epilepsi var startskotið

Orsøkin til, at Anna Sofía Jørgensen er vorðin so dugnaliga til at spæla backgammon, er heldur óvanlig, tí startskotið var, at hon fekk staðfest epilepsi. 

"Eg byrjaði at spæla hetta spælið, fyri at venja mín heila uppaftur eftir at hava fingið epilepsi og nakað nógvar heilaskjálvtar og nógvar krampar," skrivar Anna Sofía Jørgensen á sínum Facebook-vanga. 

"Backgammon er eitt spæl, sum er sera visuelt, og har ein skal rokna statistikk so at siga alla tíðina. Tað er tó heilt øðrvísi enn talv, tí terningar eru við í spælinum. Hvør spælari hevur tveir terningar, og heimsins bestu spælarar í backgammon plaga at vinna eini 60 prosent av sínum spølum."

 

Bara eitt frítíðarítriv

Hóast hon er vorðin heimsmeistari í backgammon, so hevur Anna Sofía Jørgensen, ið er búsitandi í Keypmannahavn, ongar ætlanir um at gerast yrkisleikari. 

"Eg lesi til musikklærara, og mær dámar tað sera væl. Backgammon er tó mítt frítíðarítriv, sum eg gangi upp í við lív og sál, og tað haldi eg er stuttligt."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. mai
Morgunlestur leygardagur 31.mai 2025
192277
Leygardag 31. mai
Upp á tá - 300525
192624
Fríggjadag 30. mai
Vikuskiftið 30. mei 2025
192617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. mai
Veðrið
192615
Hósdag 29. mai
Andakt við Pól Johannesen
192558
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192552
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491