Vaktarmaður á Summarfestivalinum meldaður fyri harðskap

Vaktarmaður á Summarfestivalinum meldaður fyri harðskap
Sólva Lindenskov Róadóttir hevur meldað ein vaktarmann fyri harðligu viðferðina, ið hon fekk, tá hon og familjan vóru á veg til eitt barnatiltak á Summarfestivalinum
Mynd: Bárður Lydersen  
 
16.08.2024 - 12:34

Fleiri siga frá keðiligum upplivingum við vaktarfólki á Summarfestivalinum í ár.

Tónleikarin Kim Hansen greiddi á sínum Facebook-vanga frá, hvussu hann var blivin slongdur niður í gólvið av einum "militantum vaktarmanni" backstage. Kim Hansen skrivar:

"Festivalurin endaði við, at eg, 20 minuttir aftaná at hava pakkað niður og lagt míni ljóðføri í bilin, bleiv slongdur niður í gólvið og pasifiseraður av einum miltantum vaktarmanni - í mínum egna backstage. Eg havi nøkur blá merki, ilt í herðunum og havi fingið pínu í eftirgjørdu mjødnina. Eg havi eisini havt ilt við at samla tankar aftan á hendingina."  

Í sínum uppslagi nevnir Kim Hansen, at fleiri søgur er um, at Summarfestivalgestir eru lagdir niður og eyðmýktir av vaktunum í ár.

 

Meldað tilburðin

Ein teirra er Sólva Lindenskov Róadóttir, ið hevur meldað viðferðina, ið bæði hon og vermamman fingu, tá tær vóru á veg til eitt barnatiltak á Summarfestivalinum. 

"Eg havi fullkomiliga mist hugin at fara á nakran festival ella tónleikatiltak, har hasir vaktirnir eru. Nú eg hugsi um tað, so havi eg mist hugin at fara á nakran festival yvirhøvur eftir skelkandi upplivingina."

Sólva Lindenskov Róadóttir meldaði tilburðin til politiið sama dag, men enn hava tey ikki hoyrt aftur frá politinum.

Hoyr Sólvu Lindenskov Róadóttir greiða frá síni uppliving:

 

Solva_Lindenskov_Roadottir_um_SF_vaktir

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585