Privatu fyritøkurnar hava tørv á 350 starvsfólkum

Privatu fyritøkurnar hava tørv á 350 starvsfólkum
Um fimm ár verður tørvur á 850 fólkum, vísir nýggj kanning hjá Vinnuhúsinum
Stórur tørvur er á yrkislærdum fólki, vísir kanningin hjá Vinnuhúsinum.
 
28.08.2024 - 13:35

Privatu fyritøkurnar í Føroyum hava í løtuni tørv á 350 starvsfólkum, og um fimm ár fara at mangla upp til 850 starvsfólk í privatu vinnuni.

Tað vísir ein nýggj kanning, sum Vinnuhúsið hevur gjørt, og sum var almannakunngjørd í morgun.

Vinnuhúsið hevur spurt 100 fyritøkur um tørvin á starvsfólki í dag og um fimm ár.

 

Páll Holm Johannesen leggur frágreiðingina fram. (Mynd: Vinnuhúsið)

 

Kanningin hjá Vinnuhúsinum vísir millum annað, at stórur tørvur er á yrkislærdum fólkum, sigur Páll Holm Johannesen, ráðgevi í Vinnuhúsinum, sum hevur havt ábyrgdina av kanningini.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

28082024_Pall_og_kanning

 

Les kanningina her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542