ES-lond innfluttu meira gass úr Russlandi enn úr USA

ES-lond innfluttu meira gass úr Russlandi enn úr USA
Síðani russisku innrásina í Ukraina, hevur ES keypt fyri tað mesta keypt gass úr Noreg
Fram til russisku innrásina í Ukraina í februar 2022, innflutti ES meira gass úr Russlandi enn úr nøkrum øðrum landi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.09.2024 - 08:50

ES-londini innfluttu í øðrum ársfjórðingi í ár meira gass úr Russlandi enn úr USA. Hetta er fyrstu ferð í tvey ár, at innflutningurin av russiskum gassi er størri enn av gassi úr USA.

Tað vísir ein kanning, sum tankasmiðjan Bruegel hevur gjørt, sambært NTB.

Innflutningurin av gassi úr Russlandi minkaði nakað samanborið við fyrsta ársfjórðing, men innflutningurin úr USA minkaði upp aftur meira.

Fram til russisku innrásina í Ukraina í februar 2022, innflutti ES meira gass úr Russlandi enn úr nøkrum øðrum landi, men síðani innrásina hevur ES keypt mest gass úr Noregi.

Kanningin vísir ikki, hvørji ES-lond hava økt um innflutningin av russiskum gassi. 

Týskland, sum er størsta ES-landið, keypir sambært almennu týsku hagtølunum als onki gass úr Russlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815