Oyndarfjørður: Ongar útstykkingar í 20 ár

Oyndarfjørður: Ongar útstykkingar í 20 ár
Ongar útstykkingar eru gjørdar í Oyndarfirði síðan samanleggingina við Runavíkar kommunu fyri skjótt 20 árum síðan. Samstundis standa umleið 30 hús í bygdini tóm, og fólkatali
 
05.09.2024 - 19:18

Tá fólkatalið í Oyndarfirði var uppá tað hægsta í 1945, búðu 227 fólk í bygdini. Síðan tá er fólkatalið minkað støðugt, og í dag búgva 121 fólk í Oyndarfirði.

 

Samanleggingin við Runavíkar kommunu hevur havt nógv gott við sær fyri Oyndarfjørð, men tað er ein trupulleiki, at ongar útstykkingar eru gjørdar í bygdini seinastu 20 árini.

Tað sigur Ólavur Klein Olsen, sum flutti heim til Oyndarfjarðar í 2017 eftir at hava búð uttanlands í 14 ár.

 

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sigur, at útstykkingar eru gjørdar í fleiri av bygdunum í kommununi seinastu árini, men ikki í øllum. Hann sigur, at arbeitt verður í løtuni við eisini at útvega byggilendi í Oyndarfirði.

 

Á heimasíðuni hjá Kringvarpinum ber til at lesa og hoyra meira um, hvat fólk í Runavíkar Kommunu halda um gongdina í kommununi.

 

Oyndarfjordur utstykking

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
180132
Týsdag 3. september
Veðrið
180102
Mánadag 2. september
3-2 (2. september 2024)
180033
Mánadag 2. september
Hin rusuti á Aconcagua (10:10)
177968
Fríggjadag 30. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179948