- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samanlegging hevur verið gagnlig - men okkurt manglar
Tann 1. januar 2005 bleiv Oyndarfjørður partur av Runavíkar kommunu. Sama dag komu Elduvíkar og Skála kommunur eisini upp í Runavíkar kommunu, og fýra ár seinni legðist Funnings kommuna afturat, so Runavíkar kommuna í vídd bleiv tann fimtstørsta í landinum og eisini fevndi víða - úr Funningi har norðuri til Æðuvíkar har suðuri eru góðir 33 kilometrar at koyra.
Í Oyndarfirði, sum bleiv sjálvstøðug kommuna í 1918, var spurningurin, um leggjast skuldi saman við Runavíkar kommunu ella Fuglafjarðar kommunu. Hellurnar, beint hinumegin fjørðin, hoyra til Fuglafjarðar kommunu, og tí var kanska hugsandi, at oyndfirðingar eisini fóru tann vegin. Men valið fall á Runavíkar kommunu, og í 2005 fór Oyndarfjarðar kommuna í søguna.
Ólavur Klein Olsen er uppvaksin í Oyndarfirði. Í 2003 flutti hann sum 26 ára gamal av landinum, og tá hann í 2017 flutti heim aftur til heimbygdina, var tað ikki til Oyndarfjarðar kommunu, men til Runavíkar kommunu. Hann merkti væl, at broytingar vóru hendar tey 14 árini, hann hevði verið burtur.
Ólavur Klein Olsen flutti úr Oyndarfirði í 2003 og var burtur í 14 ár. Hann sigur, at nógv er hent í bygdini síðan samanleggingina, men okkurt manglar enn. Tað eru serliga møguleikarnir hjá fólki at seta búgv í Oyndarfirði, sum krevja bata. Ongar útstykkingar eru gjørdar í Oyndarfirði síðan samanleggingina fyri skjótt 20 árum síðan
Samanleggingin við eina størri kommunu gav sostatt fleiri fyrimunir fyri bygdina, men samanleggingin kundi tó ikki forða fyri tí, sum er helst størsta vandamál hjá flestøllum smærri bygdum í landinum. Fólkatalið gongur skeivan veg. Og møguleikarnir hjá fólki at seta búgv í Oyndarfirði eru heldur ikki góðir.
- Tað er ikki eitt grundstykki til sølu í bygdini, og tað hevur tað ikki verið í nógv, nógv ár. Kommunan hevur ikki stykkjað nakað út í eini 20 ár, sum eg veit um, sigur Ólavur Klein Olsen.
- Tey siga, at tey arbeiða við tí, men tað hava tey eftir øllum at døma gjørt í nógv ár, meðan aðrar kommunur stykkja út við fullari ferð og royna at fáa folk at flyta til. So tað sakna vit nú, sigur hann.
Kommunukanningin hjá Kringvarpinum vísir, at borgarar í Runavíkar kommunu ikki eru serliga væl nøgdir við bústaðarmøguleikarnar í kommununi.
Borgarstjórin Tórbjørn Jacobsen sigur, at fyri nøkrum árum síðan bar illa til at fáa grundstykki nakrastaðni í kommununi. Í nøkrum av bygdunum er hetta broytt, men ikki í øllum bygdunum í kommununi, sigur borgarstjórin, sum eisini ásannar, at á summum økjum gongur tað ov seint.
Spurningur: "Hvussu nøgd/-ur ert tú við hesi viðurskifti?: Bústaðarmøguleikar". Spurdi persónurin svarar á einum stiga frá 1 til 7, hvussu samdur viðkomandi er við spurningin, har 1 er "Sera væl nøgd/-ur" og 7 er "Sera illa nøgd/-ur". Hesi svarini eru síðani umroknað til eina stigaskipan frá 0-100, og jú hægri talið er, jú størri er nøgdsemið hjá fólki. 175 fólk í Runavíkar kommunu svaraðu í kanningini.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at kommunan í løtuni tosar við Búnaðarstovuna um at fáa jørð til keyps í fleiri av bygdunum, harímillum eisini í Oyndarfirði.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at tað er ein eftirspurningur eftir at búgva í Runavíkar kommunu, men eftirspurningurin first og fremst er í miðstaðarøkinum.
- Eini 90% av eftirspurninginum er at sleppa at búgva her í miðsavningini hjá okkum. Øll vilja sleppa at búgva so nær gjørligt við skúlan, ítróttaøkið, apotekið, heilsumiðstøðuna og hvat annars er, sigur borgarstjórin.
Eisini í Funningi, sum kom upp í Runavíkar kommunu fýra ár seinni, í 2009, hevur samanleggingin gagnað kommununi. Tað heldur Jóannes Johannesen, sum hevur búð í Funningi alt sítt lív. Hann var ikki so heitur fyri samanleggingini, men ásannar, at nógv er gjørt í bygdini, sum neyvan hevði verið gjørt, um Funnings kommuna ikki var farin upp í eina størri kommunu.
Í februar 2007 samtykti Løgtingið lógina um sjálvbodnar kommunusamanleggingar. Og sjálvt um tað í lógini verður nevnt sjálvboðin samanlegging, so var eingin ivi um, at landið vildi hava kommunur at leggja saman, serliga tær smærri kommunurnar. Størri fíggjarligar byrðar skuldu leggjast á kommunurnar, til dømis við eldraøkinum, og tí bleiv neyðugt við størri kommunalum eindum fyri at kunna lyfta ta uppgávuna.
Hjá funningsfólkum stóð valið í 2008 millum at leggja saman við Runavíkar kommunu ella Sunda kommunu. Stórur meiriluti var fyri at fara upp í Runavíkar kommunu, sigur Jóannes Johannesen.
Kommunurnar mistu sína støðu sum sjálvstøðugar kommunur, tá tær fóru undir Runavíkar kommunu. Fyri at minka um vandan fyri, at tær gomlu smáu kommunurnar hvurvu í tí stóru kommununi og mistu alla ávirkan, bleiv ein skipan við staðbundnum nevndum gjørd við fólki á staðnum og býráðslimum, so eisini tey smáu plássini í nú stóru kommununi kunnu verða hoyrd. Og tær nevndirnar hava stóran týdning, sigur borgarstjórin Tórbjørn Jacobsen.
Runavíkar kommuna
Fólkatal: 4.400 (juli 2024)
15 bygdir og býir eru í Runavíkar kommunu: Æðuvík, Rituvík, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lambareiði, Lamba, Søldarfjørður, Skipanes, Skálafjørður, Skála, Oyndarfjørður, Funningsfjørður, Funningur og Elduvík.
Fýra staðbundnar nevndir eru í Runavíkar kommunu: Oyndarfjarðarnevndin, Elduvíkarnevndin, Skálanevndin og Funningsnevndin. Borgarstjórin er formaður í øllum nevndunum.
11 folk sita í løtuni í Runavíkar býráð. Tey umboða fýra ymsar listar.
1. januar 2005 løgdu Elduvíkar kommuna, Oyndarfjarðar kommuna og Skála kommuna saman við Runavíkar kommunu.
Í 1948 fór Funnings sóknar kommuna sundur í Funnings kommunu og Gjáar kommunu. Funnings kommuna fór í søguna 1. januar 2009, tá hon varð løgd saman við Runavíkar kommunu. 45 folk búgva í Funningi.
Í 1945, tá fólkatalið var uppá tað mesta, búðu 227 folk í Oyndarfirði, men síðan tá er fólkatalið støðugt minkað. Í dag búgva 121 fólk í Oyndarfirði.
Keldur:
Hagstova Føroya
Runavíkar kommuna