Aksel ger einki við umvalið í Runavík

Aksel ger einki við umvalið í Runavík
Borgarstjórin í Runavík fær onga hjálp frá løgmanni í málinum um avgerðina hjá nú fyrrverandi Løgmálaráðnum at ógilda kommunuvalið og lýsa umval í Runavíkar Kommunu.
-Eg leggi meg ikki út í metingina hjá Løgmálaráðnum, ið sigur at umval skal vera í Runavíkar Kommunu, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
 
05.12.2025 - 18:43

Mánadagin 24. november, tríggjar dagar eftir at Løgmálaráðið hevði tikið avgerð um at lýsa umval at vera í Runavíkar Kommunu 13. januar, sendi Torbjørn Jacobsen sjey síður drúgt skriv til løgmann og landsstýrismanninum í lógar- og kommunumálum. Í skrivinum reisir hann eina røð av spurningum til avgerðina um umval.

Løgmansskrivstovan bað Løgmálaráðið svara uppá skrivið. Tað gjørdi ráðið fríggjadagin í síðstu viku. Løgmálaráðið stendur við sítt. Umval skal vera í Runavíkar Kommunu 13. januar.

Løgmaður - sum hevur yvirskipaða eftirlitið við sínum landsstýrisfólkum og skal tryggja at aðalráðini ikki fara útum sínar - hevur nú eisini svarað borgarstjóranum í Runavík.

Aksel V. Johannesen er komin til ta niðurstøðu, at einki tykist at vera at finnast at í viðgerðini hjá Løgmálaráðnum.

Tað er einki, sum bendir á, at landsstýrismaðurin hevur framt eitt lógarbrot, svarar løgmaður. Hann vil tó ikki leggja seg út í metingina og niðurstøðuna hjá Løgmálaráðnum um at kommunuvalið skal haldast av nýggjum.

-Legði løgmaður seg út í hesa meting, var hann í roynd og veru kærumyndugleiki fyri øllum avgerðum hjá landsstýriskvinnum og -monnum, og tað hevur ongantíð verið ætlanin við grein-33, stk.3 í stýrisskipanarlógini, skrivar Aksel V. Johannesen til Torbjørn Jacobsen. Løgmaður ger tí ikki meira við málið.

Grein-33, stk.3 sigur at "Løgmaður hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt."

Í svarskrivinum til Torbjørn Jacobsen upplýsir Aksel V. Johannesen, at málið um kommunuvalið á valstaðnum í Oyndarfirði hevur IKKI verið á dagsskrá á landsstýrisfundi. 

Løgmálaráðið heldur fast við, at umvalið í Runavíkar Kommunu skal haldast, júst soleiðis sum kommunuvalið varð hildið 12. november í 2024. 

Og Runavíkar Kommuna skal sjálv gjalda fyri tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194