Fimm ára fongsul og skal gjalda 190.000 kr. í endurgjaldi

Fimm ára fongsul og skal gjalda 190.000 kr. í endurgjaldi
Nevningatingið hevur felt dóm í málinum móti einum 21 ára gomlum manni fyri neyðtøku fyri kynsligt samband við gentur undir 15 ár
Rættarmálið var fyri nevningatingi, sum hevur felt dóm í dag. (Savnsmynd)
 
10.09.2024 - 14:49

Ein 21 ára gamal maður er í dag í nevningatingi dømdur fimm ára fongulsrevsing fyri at hava neyðtikið tvær gentur og fyri at hava havt kynsligt samband við tríggjar aðrar gentur undir 15 ár. 

Harumframt er hann funnin sekur í at hava givið gentunum rúsevni.

Umframt fongsulsrevsing skal tann dømdi eisini rinda gentunum endurgjald á tilsamans 190.000 krónur.

Sostatt er dómurin nærum tað, sum ákæruvaldið kravdi.

Ákæruvaldið setti fram krav um ein samlaðan dóm uppá millum fimm og hálvtsætta ára treytaleysa fongsulsrevsing.

 

Verjin og ákærdi í rættinum. (Tekning: Janus Guttesen)

 

Tá ið revsingarnar vóru taldar saman, var talan um yvir sjey ára treytaleysa fongsulsrevsing, men rættarskipanin kom tí ákærda til góðar, so samlaða revsingin var minni enn tað.

Hinvegin helt verjin hjá tí 21 ára gamla tað vera meira hóskandi, at talan var um hálvttriðja ára fongsulsrevsing, harav ein partur átti at vera treytaður.

Viðvíkjandi ákærum um blúnisbrot og rúsevni, vísti verjin á bót sum hóskandi revsing.

Tann dømdi hevur biðið um umhugsunartíð, um hann skal skjóta dómin inn fyri hægri rætt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762