Funnin sekur í tveimum neyðtøkum og at hava givið gentum rúsevni

Funnin sekur í tveimum neyðtøkum og at hava givið gentum rúsevni
Nevningatingið hevur tikið støðu til skuldarspurningin í rættarmálinum móti einum 21 ára gomlum manni, og seinnapartin verður revsingin ásett
Nevningatingið í rættarmálinum móti 21 ára gamla manninum, sum er ákærdur fyri 11 lógarbrot, hevur tikið støðu til skuldarspurningin.
Mynd: Tekning: Janus Guttesen  
 
10.09.2024 - 10:48

Ein 21 ára gamal maður er í Føroya rætti í dag funnin sekur í at hava neyðtikið tvær gentur og at hava havt kynsligt samband við tríggjar aðrar gentur undir 15 ár. 

Harumframt er hann funnin sekur í at hava givið gentunum rúsevni.

Á rættarfundi í morgun varð kunngjørt, hvørja støðu teir seks nevningarnir høvdu til skuldarspurningin í málinum ímóti 21 ára gamla manninum, sum alla síðstu viku sat á ákærubonkinum, ákærdur fyri tilsamans 11 brot á revsilógina.

Tann 21 ára gamli hevur verið ákærdur fyri fimm neyðtøkur, har nevningarnir í trimum førum valdu at fríkenna hann, men í hinum báðum førunum funnu hann sekan.

Í trimum førum er hann funnin sekur í at hava havt kynsligt samband við gentur undir kriminella lógaldurin, sum er 15 ár, harav hann hevði játtað seg sekan í tveimum førum.

 

 

Ákærin og ákærdi í rættinum. (Tekning: Janus Guttesen)

 

Neyðugt við atkvøðugreiðslu

Í onkrum av ákærupunktunum vóru nevningarnir ikki samdir, so neyðugt var við atkvøðugreiðslu at koma til eina niðurstøðu.

Tann 21 ára gamli er funnin sekur í at hava givið ungu gentunum ritalin og hassj, men eisini har hevur hann játtað seg sekan.

Á rættarfundinum í morgun førdi verjin vitni, ið greiddi frá, at tann ákærdi hevði tikið sær betri partar fyri, tá ið tað kom til misnýtslu av rúsdrekka og rúsevnum.

Ákærdi sjálvur var eisini avhoyrdur um hesi viðurskifti og segði viðgerðina, hann hevði fingið, hava verið sær til hjálpar.

Klokkan 12 verður ættarfundurin tikin uppaftur, og tá verður sjálv revsingin ásett.

 

Verjin og ákærdi í rættinum. (Tekning: Janus Guttesen)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762