Skal ólógliga tilflytingin steðgast er neyðugt við víðfevndum tiltøkum

Skal ólógliga tilflytingin steðgast er neyðugt við víðfevndum tiltøkum
Ætlanin um at víðka marknaeftirlitið í Týsklandi fer neyvan at minka ólógligu tilflytingina og talið av asylumsøkjarum, sigur ein migratiónsgranskari
 
15.09.2024 - 14:32

- Tey, sum halda, at marknaeftirlitið minkar tilflytingina, skapa eina vón, sum ikki heldur, sigur Gerald Knaus, granskari, í samrøðu við týsku útvarpsstøðina Deutschlandfunk.

Hóast mørkini eru opin í Schengen, er longu eftirlit við fleiri av teimum níggju marknaliðnum við týska landamarkið, m.a. móti Póllandi. 

Í morgin verður marknaeftirlitið víðkað til eisini at fevna um markið til Danmark og Beneluxlondini, sum er politiska heitið fyri Belgia, Holland og Luksemborg.

Forðar ikki yvirgangi

Knaus vísir á, at fleiri lond í ES, - eitt nú Frakland og Eysturríki, hava havt eftirlit á markinum í fleiri ár, uttan at tað hevur minkað um talið av ólógligari tilflyting yvirhøvur. Hann sigur eisini, at marknaeftirlitið heldur ikki kann brúkast til at forða islamskum yvirgangi. Tí fleiri gerningsmenn eru radikaliseraðir í Týsklandi. 

Skal ólógliga tilflytingin steðgast, er neyðugt við víðfevndum tiltøkum, sigur granskarin.

- Er ætlanin at steðga ólógligu tilflytingini púrasta, kann tað bara gerast við at avtaka Schengen. Og neyðugt verður so eisini at seta upp hegn á markinum, sigur Gerald Knaus, granskari, í samrøðu við týsku útvarpsstøðina Deutschlandfunk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891