Kvinnur nærkast monnum

Kvinnur nærkast monnum
Kvinnurnar nærkast monnunum spakuliga í hagtølunum um lønir
Lønir seinastu árini.
Mynd: Hagstovan  
 
18.09.2024 - 06:31

Kvinnurnar nærkast monnunum spakuliga í hagtølunum um lønir.

Kvinnur fingu 407,4 milliónir krónur í lønum í august, 34,3 milliónir, 9,2 prosent, meira enn í august í fjør.

Menn fingu 624,5 milliónir krónur í august, 20 milliónir, 3,4 prosent, meira enn í august í fjør, skrivar Hagstovan.

Góð milliard var goldin í A-skattaðum lønum í august, 54,6 milliónir, seks prosent, meira enn í august í fjør.

Gongdin vísir, at stígur kom í lønirnar, tá koronafarsóttin rakti í 2020.

Seinna hálvár í 2021 vendi gongdin, og lønirnar hava havt ein rættiliga javnan vøkstur síðan. 

Vøksturin hjá kvinnum hevur verið javnari seinastu árini.

Lønargongdin hjá monnum var meira ávirkað, tá koronufarstóttin rakti, skrivar Hagstovan. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334