Burðardygg menning: Hugtakið er ikki nóg greitt

bannari
Burðardygg menning: Hugtakið er ikki nóg greitt
Føroyingar vilja ikki raðfesta burðardygga menning í kommununum, helst tí týdningurin av orðinum er ógreiður, heldur lektari í samfelagsvísindum á Fróðskaparsetrinum
Ragnheiður Bogadóttir er lektari í samfelagsvísindum á Setrinum.
Mynd: Privatmynd  
 
19.09.2024 - 11:01

Skal burðardygg menning raðfestast hægri í kommununum, má gerast greiðari, hvat vit leggja í hugtakið ‘burðardygd’. 

Tað sigur Ragnheiður Bogadóttir, lektari í samfelagsvísindum á Fróðskaparsetrinum. 

Hon mælir til at fáa gongd á kjakið úti um landið.

 

Umhvørvið verður ikki raðfest 

Almenningurin heldur ikki, at kommunurnar skulu raðfesta burðardyggar loysnir og grøn øki.  

Tað vísa tøl frá kanningini, sum Kringvarpið hevur gjørt í sambandi við kommunuvalið 12. november.

Kommunukanningin lýsir, hvørji øki føroyingar vilja hava kommunurnar at raðfesta.  

Og tá ið spurt verður, um burðardyggar loysnir og grøn øki skulu raðfestast hægri, eru tølini so lítil, at tað umhvørvisliga økið ikki sleppur upp í part á listanum í nakrari kommunu.  

Heldur skulu hesi øki raðfestast lægri, halda fólk í einum triðingi av kommununum.  

Tað kundi hugsast, at hetta er so, tí vit eru nøgd við tað, sum er. Men so er ikki.  

Tá ið vit verða spurd um, hvussu nøgd vit eru við grønu økini í kommununi, verður nøgdsemið mált til 62 stig av 100. 

 

Heldur bendir hetta á, at ógreitt er, hvat vit leggja í hugtakið ‘burðardygd’

Ragnheiður Bogadóttir

 

Hugtakið er torført at skilja 

Hóast vit ikki vilja raðfesta umhvørvið, men samstundis ikki eru nøgd við tað, vísir hetta neyðturviliga ikki mótvilja móti burðardyggari menning. 

Heldur bendir hetta á, at ógreitt er, hvat vit leggja í hugtakið ‘burðardygd’, sigur Ragnheiður Bogadóttir. 

Sambært henni knýta vit burðardygga hugtakið til ein útreiðslupost, sum forðar fyri tí, vit annars vilja seta í verk í kommununum. 

Hesari fatan eiga vit at flyta okkum frá, sigur Ragnheiður Bogadóttir. 

- Tað er eitt hugtak, sum merkir, at vit kunnu blíva við at gera okkurt; at tað, sum vit gera, er haldført og økir um trivnað og okkara livisumstøður sum heild, sigur Ragnheiður Bogadóttir við Kringvarpið. 

Í staðin fyri at velja annaðhvørt eitt gott veganet ella burðardyggar loysnir, eiga vit sambært Ragnheiðuri Bogadóttir heldur at hugsa um at skipa eitt burðardygt veganet. 

 

Um vit vilja trívast í longdini, mugu vit leggja okkum eftir at fáa eina burðardygga menning í samfelagnum

Ragnheiður Bogadóttir

 

Mugu fáa gongd í kjakið  

Um føroyingar skulu vilja raðfesta burðardygga menning í kommununum, má gerast greiðari, hvat vit leggja í hugtakið ‘burðardygd’, sigur Ragnheiður Bogadóttir.

Og sambært henni er hetta alneyðugt. 

- Um vit vilja trívast í longdini, mugu vit leggja okkum eftir at fáa eina burðardygga menning í samfelagnum, sigur hon. 

Sum er, er tann burðardyggi hugsunarhátturin ikki serliga sjónligur í føroyska samfelagnum.

Ongar einfaldar loysnir eru til hendan trupulleikan, men Ragnheiður Bogadóttir mælir til at seta ferð á kjakið í lokaløkjunum. 

- Vit mangla at fáa gongd á kjakið um, hvat burðardygd er á teimum ymsu støðunum. Tað er millum annað har, tann demokratiska tilgongdin skal fara fram, sum snýr seg um, hvussu vit skulu skipa okkara samfelag í framtíðini, sigur Ragnheiður Bogadóttir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365