Heilsustýrið undir átak at koppseta børn fyri HPV

Heilsustýrið undir átak at koppseta børn fyri HPV
Føroysku tølini fyri HPV-koppseting vísa, at undirtøkan er alt ov lítil, nógv minni enn í grannalondunum.
Málið hjá Heilsustýrinum er, at 90 prosent eru koppsett, áðrenn tey fylla 15 ár.
 
08.06.2026 - 08:42

Við slagorðinum  "Tvey prik móti krabba" heitir Heilsustýrið á foreldur um at lata børnini koppseta fyri HPV. 

Nýggja átakið skal økja um HPV-koppsetingina.

Um vit skulu steðga lívmóðurhálskrabba og avmarka onnur krabbameinssløg, má undirtøkan fyri HPV-koppseting økjast munandi, sigur Heilsustýrið. 

Koppsetingin verjir bæði gentur og dreingir móti HPV-smittu, sum kann elva til fleiri krabbameinssløg. 

Viðmælt verður, at børnini fáa koppsetingina, áðrenn tey gerast seksuelt virkin. Tí verður mælt til, at børnini vera koppsett, tá tey eru 12 ár.

Føroysku tølini fyri HPV-koppseting vísa, at undirtøkan er alt ov lítil, nógv minni enn í grannalondunum. Endaligu føroysku tølini fyri 2025 eru ikki klár enn.

 

Minni enn helvtin liðugt koppsett

Men ábendingar eru um, at minni enn helvtin av 15 ára gomlu gentunum í Føroyum vóru liðugt koppsettar, og enn færri av 15 ára gomlu dreingjunum. 

Málið er, at 90 prosent eru koppsett, áðrenn tey fylla 15 ár.

Gentur í Føroyum hava fingið tilboð um ókeypis HPV-koppseting síðani 2009 og dreingir í 2019. 

Tilboðið um ókeypis HPV-koppseting er galdandi fyri øll børn millum 12 og 17 ár. 

Sum eitt undantak kunnu ung millum 18 og 20 ár eisini fáa koppsetingina ókeypis fram til 31. desember 2026. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672