Stuðla samráðingum um vápnahvíld millum Ukraina og Russland

Stuðla samráðingum um vápnahvíld millum Ukraina og Russland
Franski, týski og bretski stjórnarleiðarin rósa ukraina forsetanum fyri royndirnar at fáa enda á krígnum
Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, og ukrainski forsetin, Zelenskyj.
Mynd: Henry Nicholls/AFP/Ritzau Scanpix  
 
08.06.2026 - 10:08

Franski forsetin, Emmanuel Macron, týski kanslarin, Friedrich Merz, og bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, stuðla beinleiðis samráðingunum um vápnahvíld millum Ukraina og Russland.

Tí boðaðu teir frá í gjárkvøldið frá teimum sokallaðu E3-londunum, eftir ein fund í Bretlandi við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

Teir róstu eisini Zelenskyj fyri royndirnar at fáa enda á krígnum.

Boðini koma, eftir at ukrainski forsetin í seinastu viku almannakunngjørdi eitt opið bræv til russiska forsetan, Vladimir Putin, tá hann skeyt upp, at teir báðir skulu hittast at umrøða, hvussu endi kann fáast á krígnum.

Svarið frá Putin var, at hann fyribils onga orsøk heldur vera til, at teir báðir skulu hittast.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439