- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mjølnir legði fyri við sigri
Við bert seks monnum á dómaraseðlinum vann Mjølnir sín fyrsta landskappingardyst í ár, skrivar Flogbóltssamband Føroya.
Klaksvíkingar, sum vunnu FM í fjør, vunnu 3-1 á Fleyr, ið heldur ikki var væl mannað til dystin í Klaksvík. Mjølnir vann fyrsta sett, áðrenn Fleyr javnaði.
Heimaliðið vann eisini triðja og fjórða sett.
SÍ verður helst fremsti avbjóðarin hjá Mjølni um FM-heitið, og sørvingar fingu góða byrjan ímóti ÍF, sum hevði Vukasin Nedeljkovic aftur á kantinum.
SÍ vann tvey tey fyrstu settini, áðrenn ÍF minkaði um munin við 27-25 sigri í triðja setti. Sørvingar fingu kortini avgjørt dystin til 3-1.
Næsta leygardag tekur ÍF ímóti Fleyr, og Ternan spælir sín fyrsta dyst í kappingini, tá Mjølnir kemur á vitjan.
Polestar-deildin
Mjølnir – Fleyr, 3-1 (25-23, 18-25, 25-21, 25-22)
SÍ – ÍF 3-1 (25-20, 25-17, 25-27, 25-19)
SÍ smurdi føroyameistaran av
Dráttur vann bæði lands- og steypakappingina í fjør, men mestsum allir spælararnir eru ikki í felagnum longur.
Tað sást ímóti SÍ, sum vann ein tryggan sigur við trimum settum ímóti ongum. Sørvingar hava ongar útlendingar í ár, men landsliðshevarin Janna Falkvard er afturkomin úr Danmark, skrivar FBF.
Fleyr vitjaði TB í høllini í Trongisvági, og havnarkvinnurnar fóru norður aftur við 3-0 sigri í skjáttuni.
Næsta leygardag spæla KÍF og Mjølnir sínar fyrstu dystir í kappingarárinum, tá tey møtast í Kollafirði. Sama dag spælir Dráttur á heimavølli ímóti TB.
Hotel Djurhuus-deildin
SÍ - Dráttur 3-0 (25-8, 25-10, 25-19)
TB - Fleyr 0-3 (14-25, 17-25, 19-25)