Eingin kann reka okkum út hiðani

Eingin kann reka okkum út hiðani
Tað eru vit, sum avgera alt viðvíkjandi okkara bústaði, siga nøgdir eigarar av lutaíbúð.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
01.10.2024 - 09:03

Eitt lutakast hevði við sær at Bogi av Vollanum endaði í einari lutaíbúð á Kneysum á Toftum, har hann stortrívist. Tað sama ger Anna Malena Højgaard, sum er forkvinna í lutaíbúðarfelagnum á Kneysum.

- Hjá okkum var tað rættiliga spontant at vit fluttu í eina lutaíbúð, men hetta liggur sentralt, og økið er gott, sigur Bogi, sum saman við konu og børnum býr í einari av teimum 8 lutaíbúðunum.

Um lutaíbúðir visti hann einki, áðrenn verkætlanin á Kneysum gjørdist veruleiki. Orsøkin til, at tey valdu at skriva seg upp til eina lutaíbúð, var fyrst og fremst tryggleikin í, at tey kundu keypa seg inn og hava føtur undir egnum borði, væl at merkja saman við hinum eigarunum í lutaíbúðarfelagnum.


Mynd: Bárður Lydersen


Tryggleikin nógv at siga

- Tað eru vit, sum eiga bygningin, tað eru vit sum taka avgerðirnar, og eingin kann tveita okkum út, sigur Bogi og sipar til privata leigumarknaðin, har hús til dømis kunnu vera seld og leigarar uppsagdir.

Anna Malena er av Toftum men búði í Hoyvík, har hon stóð á bíðilista til eina íbúð hjá Bústøðum í Havn og parti av Eysturoynni, uttan at nakað serligt hendi á tí økinum. 

- Eg búði har, fyri at vera tættari mínum arbeiðsplássi, og búði privat til leigu, og tað er jú ikki tryggari enn eitt vist, sigur hon, og nevnir tryggleikan, sum eina av høvuðsorsøkunum til, at hon valdi at skriva seg upp til eina lutaíbúð.

- Eg visti ikki heilt, hvat eg kastaði meg útí, men eg fór bara, tí tað var ein trygg loysn, sigur Bogi og nevnir avbjóðingina við at tú á privata leigumarknaðinum ongantíð veitst, um tú verður tveittur út, um nú eitt barn hjá eigaranum til dømis skal inn í íbúðina, tú leigar.

lutaibud.jpg

Frítekst tagging: 

Mynd: Bárður Lydersen
 

Men hví ikki keypa eina íbúð ella eini hús?

Bogi greiðir frá, at ein annar fyrimunur við einari lutaíbúð er, at tú ikki skalt stilla við so nógvum peningi her og nú, men kanst rinda yvir eitt longri tíðarskeið.

 

Fakta um lutaíbúðir:

Tey, ið keypa íbúðina skulu rinda 20% av kostnaðinum av bústaðnum, meðan lutaíbúðarfelagið stendur fyri láni av hinum 80%. Eigarin rindar síðan ’leigu’ til eigarafelagið, og hesir pengar fara til afturrindan av felags láninum.

Tey, ið eiga íbúðirnar, eiga eisini lutaíbúðarfelagið.

Selur tú íbúðina aftur, er tað ikki á bústaðarmarknaðinum fyri hægstbjóðandi, men heldur er tað felagið, sum ger av, hvussu selt verður.

 

 

- Atgongdin til at keypa eina lutaíbúð er væl lættari, enn um vit skuldu keypt eina íbúð ella eini sethús, sigur Bogi, og Anna Malena er samd.

- Eg skuldi gera hetta einsamøll, so hetta var avgjørt ein bíligari máti hjá mær at koma inn á bústaðarmarknaðin.

Dreymurin hjá Boga er tó at fáa nakað størri, serliga nú familjan verður størri, men enn trívast tey væl í íbúðini, og hann ivast ikki í, at lutaíbúðir kundu riggað aðrastaðni í landinum.

- Ja so absolut. Eg haldi, at hetta er ein góður leistur, tí at tað er trygt og kundi riggað allastaðni.

 

Meira um lutaíbúðir veðrur at hoyra í sendingini Føtur undir egið borð kl 17.05.

 

Hoyr samrøðu við Onnu Malenu og Boga her

1699552

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. oktober
Morgunlestur leygardagur 12. oktober 2024
181860
Leygardag 12. oktober
Upp á tá - 111024
181999
Leygardag 12. oktober
Jambalaja - 121024
181996
Leygardag 12. oktober
Vikan 12. oktober 2024
181988
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 12. oktober
Sært tú fuglin? II (1:2) - teknmálstulkað
181995
Leygardag 12. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
181981
Leygardag 12. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181978
Fríggjadag 11. oktober
Veðrið
181956