Løgmaður kann einki gera uttan koma við áheitan

Løgmaður kann einki gera uttan koma við áheitan
Løgmaður sigur seg ikki hava heimild til at geva boð um at ógilda avgerðina hjá Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum um at kalla aftur uppsøgn
Løgmaður sigur, at hann kann ikki gera so nógv við uppsøgnina á Glasi. h
 
01.10.2024 - 06:02

Løgmaður sigur seg ikki hava heimild til at geva boð um at ógilda avgerðina hjá Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum um at kalla aftur uppsøgnina hjá rektaranum á Glasi, tá útbúgvingarstjórin á Glasi var uppsagdur.

Tað sigur Aksel V. Johannesen í svari til Jørgen Niclasen, løgtingsmann.

Og hann heldur ikki, at Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur borið seg skeivt at í hesum málinum.  

Hóast fyrisitingin hjá landsstýrismanninum viðgongur, at óhepnir fyrisitingarligir feilir eru hendir, so eru teir hendir á fyrisitingarligum stigi, sum landsstýrismaðurin ikki kann ábyrgdast fyri, sigur løgmaður.

Hann heitt á landsstýrismannin um at tryggja, at slíkt mistak ikki hendir aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037