Inntøkurnar í Føroyum eru javnari enn í grannalondunum

Inntøkurnar í Føroyum eru javnari enn í grannalondunum
Í Føroyum var ginitalið 22,2 í 2022. Tað var 21,5 í 2021
Inntøkurnar hjá húskjum í Føroyum eru javnari býttar enn í londunum, sum vit vanliga sammeta okkum við, skrivar Hagstovan.
 
03.10.2024 - 08:57

Ójavnin í inntøkunum hjá fólki í Føroyum er minni enn í grannalondunum.

Ginitalið verður brúkt fyri at lýsa árliga inntøkubýtið í einum landi og kann forklárast soleiðis, at jú tættari talið er null, javnari eru inntøkurnar í samfelagnum býttar. 

Í Føroyum var ginitalið 22,2 í 2022. Tað var 21,5 í 2021.

 

Ginitalið 22,2 sigur, at minni ójavni er í Føroyum enn í nógvum øðrum londum.

Í Danmark er ginitalið 28 og í ES er ginitalið 30. 

Í Grønlandi er ginitalð 35. Í Noregi og Svøríki er ginitalið 28. 

Tí eru inntøkurnar hjá húskjum í Føroyum javnari býttar enn í londunum, sum vit vanliga sammeta okkum við, skrivar Hagstovan.

Eitt annað, sum verður brúkt til at lýsa inntøkubýtið, eitur fimtingslutfall.

Í Føroyum hevur ovasti fimtingurin tríggjar ferðir størri inntøku enn tann niðasti.

Í 2021 var inntøkan 2,9 ferðir størri. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479