Tangin á Sundi vorðin tryggingarmál

Tangin á Sundi vorðin tryggingarmál
Málið kann draga út, so tangin hjá SEV ikki verður tikin í nýtslu fyrr enn um eitt ár
Nýggi tangin hjá SEV á Sundi smokkaði saman í illveðri í september.
 
04.10.2024 - 18:00

- Skal tangin á Sundi, sum smokkaði saman í illveðri í september, byggjast uppaftur av nýggjum, kann tað taka eitt ár, áðrenn hann verður tikin í nýtslu.

Tað sigur Heri Mortensen, deildarstjóri á framleiðsludeildini  hjá SEV.

Stórur tørvur er á tanganum, og ætlanin var, at hann skuldi takast í nýtslu um ársskiftið. 

Nú er tangin vorðin tryggingarmál, og tí ber ikki til at siga enn, hvat skal gerast við hann. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

04102024_Tangin_a_Sundi

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744