Ferðavinnufelagið nýggja forkvinnu

Ferðavinnufelagið nýggja forkvinnu
Nýggj forkvinna er Henny á Líknargøtu
 
07.10.2024 - 13:51

Henny á Líknargøtu er nýggj forkvinna í Ferðavinnufelagnum. 

Tað er greitt eftir aðalfund, har nevndin hevur skipað seg, skrivar Vinnuhúsið.

Árni Olsen úr Atlantic Airways er næstformaður.

Hini í nevndini eru Hans Jákup Kollslíð frá HK-Bussum, Sakaris Frederiksen frá Fonn Flog, Jenny í Heiðunum frá Hotel Djurhuus og Mimmy Vágsheyg frá Kafe Fríðu, sum er virkin tiltakslimur.

Nevndin sær soleiðis út:
Henny á Líknargøtu, forkvinna
Árni Olsen, næstformaður
Hans Jákup Kollslíð
Sakaris Frederiksen
Jenny í Heiðunum
Mimmy Vágsheyg, tiltakslimur

Ferðavinnufelagið sigur, at endamál felagsins er at savna allar ferðavinnufyritøkur at útinna felags áhugamál soleiðis at ferðavinnan vinnan gerst týðandi táttur í føroyska búskapinum, kend fyri sína dygd.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542