EM-undankapping: Hondbóltsmenninir tiknir út

EM-undankapping: Hondbóltsmenninir tiknir út
Um knappan mánaða skal manslandsliðið í hondbólti spæla fyrstu undankappingardystirnar í ætlanini at røkka EM-endaspælinum í januar 2026
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.10.2024 - 16:13

Nú tað stundar til komandi EM-undankapping hjá monnum byrjar, er kunngjørt hvørjir leikararnir eru, sum skulu umboða Føroyar í tveimum teimum fyrstu dystunum. 

Fyrri dysturin er ímóti Kosovo á heimavølli mikudagin 6. november. Seinni dysturin er ímóti Ukraina á útivølli í Litava 10. november. 

 

Elias er klárur
Stóra stjørnan á føroyska hondbóltslandsliðnum, Elias á Skipagøtu, hevur í longri tíð drigist við ein skaða og hevur tí ikki verið at sæð á dómaraseðlinum hjá TWS Kiel higartil í ár. Nú er ungi hoyvíkingurin komin fyri seg og er til reiðar til báðar landsdystirnar.

- Tað gongur framá og eg eri væntandi dystarklárur aftur í aðru viku, og gleði meg nógv til landsdystirnar, sigur Elias á Skipagøtu. 


Nýggjur málverji úttikin
Aleksandar Sasha Lacok er úttikin til A-landsliðið hesa ferð. Hann hevur vart málið hjá øllum ungdómslandsliðum uppeftir, og nú Nicholas Satchwell er skaddur, eru boð send eftir 20 ára gamla vestmenninginum. Hetta er bert aðru ferð, at málverjin úr felagnum Lugi er úttikin til A-landsliðshópin.

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen, hava úttikið 18 leikarar til dystirnar. Seinni verða 16 leikarar endaliga úttiknir til hvønn dyst.

 

Málverjar
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Aleksandar Lacok, Lugi Handboll (SWE)

Bakkar
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf, (GER)
Kjartan Johansen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)
Bjarni í Selvindi (Valur)

Vengur
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur, (ISL)

Strikur
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666