Óvæntað at samgongan slitnaði nú

Óvæntað at samgongan slitnaði nú
Politiskur eygleiðari í Íslandi væntar ikki, at Bjarni Benediktsson sleppur at halda fram sum forsætisráðharri eftir valið
Bjarni Benediktsson, forsætisráðharri, sleit óvæntað stjórnarsamgonguna í Íslandi í gjár.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
14.10.2024 - 14:20

Hóast Sjálfstæðisflokkurin og Vinstri-grøni flokkurin í stjórnarsamgonguni í Islandi hava funnist hvassliga at hvørjum øðrum í seinastuni, var tað óvæntað, at samgongan slitnaði nú, tí so seint sum leygardagin var fundur millum floksleiðararnar í samgonguni, og tá var einki sagt um, at samgonguslit var í væntu.

Tað sigur Bogi Ágústsson, tíðindamaður hjá íslendska kringvarpinum, RÚV.

Samgongan, sum eisini umfatar Framsóknarflokkin, hevur verið ósamd um serliga orkupolitikkin og hvør skal fáa friðskjól í Íslandi.

 

Bogi Ágústsson er tíðindamaður og sjónvarpsvertur. (Mynd: RÚV)

 

Sjey ár

Sjálfstæðisflokkurin, Framsóknarflokkurin og Vinstru-grønu hava sitið í samgongu í tilsamans sjey ár við Katríni Jakobsdóttir úr Vinstra-grøna flokkinum sum forsætisráðharra.

Men tá hon avgjørdi at stilla upp til forsetavalið í Íslandi í summar, tók Bjarni Benediktsson úr Sjálfstæðisflokkinum við sum forsætisráðharri, og hesa tíðina hevur samgongustevið ikki verið gott.

 

Kristrún Frostadóttir, forkvinna í Samfylkingini, og Halla Tómasdóttir, forseti. (Mynd: RÚV)

 

Bogi Ágústsson væntar ikki, at Bjarni Benediktsson verður forsætisráðharri eftir næsta altingsval, tí Sjálfstæðisflokkurin stendur seg illa í veljarakanningunum.

Hinvegin eru góðir møguleikar fyri, at Samfylkingin fær næsta forsætisráðharran, heldur hann. Forkvinna í Samfylkingini er Kristrún Frostadóttir

Hoyr samrøðu, sum Ruth Winther Poulsen gjørdi við Boga Ágústsson í útvarpstíðindunum: 

 

14102024_Bogi

 

Halla Tómasdóttir. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Halla Tómasdóttir, forseti, segði fyrrapartin, at hon fer at hitta forfólkini í øllum flokkum á altingi í dag um politisku støðuna.

Bjarni Benediktsson vil hava forsetan at upploysa tingið og skriva út altingsval at vera 30. november.

Forsetin sigur, at hon tekur ikki støðu til áheitanina frá forsætisráðharranum fyrr enn seinni í vikuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532