Innflutningurin næstan eina milliard minni

Innflutningurin næstan eina milliard minni
Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá bíligari brennievni
Innflutningurin minkar.
Mynd: Hagstovan.  
 
16.10.2024 - 06:51

Føroyar innflyta minni.

Føroyar innfluttu fyri 10,6 milliardir krónur frá september í fjør til august í ár, skrivar Hagstovan.

Og tað eru næstan ein milliard minni enn frá 2022 til 2023. Neyva talið er 955,7 milliónir krónur, góð átta prosent.

Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá bíligari brennievni.

Eisini eru færri skip innflutt hetta seinasta árið.

Innflutningurin til endaliga nýtslu er minkaður 541,8 milliónir krónur, góð 12 prosent. 

Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 235,6 milliónir krónur, 4,7 prosent. 

Byggitilfar er minkað mest, men eisini rávøra til fiskavirking er minkað nógv.

Men meiri heilivágur er innfluttur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770