Kyndil føroyameistari eftir tepran sigur í Vestmanna

Kyndil føroyameistari eftir tepran sigur í Vestmanna
Við teprum 30-28 sigri á VÍF í fjórðu FM-finaluni tryggjaði Kyndil sær FM-heiti eftir spennandi finalurøð ímóti vestmenningum
Mynd: Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.05.2026 - 20:56

Eftir fýra spennandi og harðar finalur ímóti VÍF er Kyndil føroyameistari.

Tær grønu tryggjaðu sær gullið við at vinna 30-28 í einum jøvnum dysti í Vestmanna, har Kyndil kortini var frammanfyri fyri tað mesta. 

Í fyrra hálvleiki fekk heimaliðið tvey tey fyrstu málini, men skjótt var 8-4 til Kyndil. VÍF kom upp á javnleik, men so átti útiliðið aftur tørn og var frammanfyri 17-14 í steðginum.

 

Komu nær, men ikki nóg nær

Í seinna hálvleiki hevði leiðslan tíðum hug at minka, men hvørja ferð VÍF kom ordiliga nær, fór Kyndil eitt sindur undan aftur.

Tvær ferðir var bert eitt mál á muni. Seinnu ferð, tá VÍF toppskjúttin við níggju málum, Fríða Nolsøe Olsen, minkaði um munin til 29-28 við lítlum minutti eftir á klokkuni.

Tá eydnaðist kortini heilt stóra profilinum í føroysku kappingini, Turið Arge Samuelsen, at avgera dystin við sínum tólvta máli í Vestmanna, og so kundu hon og hinar grønu gera tað, sum tær hava vant seg við síðstu mongu árini; taka ímóti steypi og gullheiðursmerkjum.

 

Bjarta gavst við gullinum

Fyri Bjartu Osberg Johansen verður tað fyri seinastu ferð á hægsta stigi. Hon leggur nú bóltin og hillina, men betri punktum enn greipuna kundi strikuspælarin neyvan fingið. Ein hóskandi endi fyri stríðskvinnuna úr Kyndli.

VÍF mátti taka til takkar við silvurinum hesa ferð, men tær gulu góvu alt tær høvdu. Í steypafinaluni í februar smurdi Kyndil vestmenningar av. Soleiðis hevur ikki verið í FM-finalurøðini, har VÍF vann dyst tvey og annars var við til at skapa fýra spennandi dystir um meistaraheitið.

 

Høllin í Vestmanna (SMS-deildin, 4. FM-finalan)

VÍF - Kyndil, 28-30 (14-17)

Toppskjúttar, VÍF: Fríða Nolsøe Olsen 9, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 7

Toppskjúttar, Kyndil: Turið Arge Samuelsen 12, Joan Johannesen 4

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Gudstænasta í Havnar kirkju 25-10-2026
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306