Løgmaður: Enn eru stórar óvissur við tunnilsverkætlanini

Løgmaður: Enn eru stórar óvissur við tunnilsverkætlanini
Við leistinum, sum nú er lagdur, verður lagt upp fyri hesum óvissum, sigur Aksel V. Johannesen
Aksel V. Johannesen, løgmaður, í Tinganesi fyrrapartin, tá hann greiddi frá politisku semjuni um Suðuroyartunnilin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.11.2024 - 12:11

Aksel V. Johannesen, løgmaður, ásannar, at enn eru stórar óvissur við tunnilsverkætlanini.

Arbeiðið at gera eina neyva váðameting av verkætlanini er ikki liðugt, vegaføringin í Sandoynni til tunnilsmunnan er ikki komin uppá pláss enn - og eingin veit neyva prísin fyri hesa risa stóru samferðsluútbygging.

Men við leistinum, sum nú er lagdur, verður lagt upp fyri hesum óvissum, sigur Aksel V. Johannesen:

 

08112024_Aksel

 

Tað er sum nevnt breið, politisk semja, um at fara undir Suðuroyartunnilin.

Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, samanber støðuna við hini økini í landinum, sum hava fingið fast samband við undirsjóvartunli:

 

08112024_Erhard

 


Eisini Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, fegnast um at sjøtul nú loksins er settur á Suðuroyartunnilin.

Dennis Holm varðar ikki av Suðuroyartunlinum, men undir hansara málsøki er Landsverk, sum nú skal hava eftirlitið við tunnilsarbeiðnum, og eisini standa fyri vegakervinum, sum skal gerast í Sandoynni:

 

08112024_Denns

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. apríl
Mono 150426 - 3. sending
207104
Mikudag 15. apríl
Skratsj 15 apríl 2026
207096
Mikudag 15. apríl
Soleiðis kemur tú úr tankameldri
207083
Mikudag 15. apríl
Morgunlestur mikudagur 15.apríl 2026
207022
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066