Grønland er ikki til sølu

Grønland er ikki til sølu
Enn einaferð rógva høgtstandandi politikarar í USA framundir, at Grønlandi átti at verið ein statur í USA.
Amerikanskt tos um at fáa hendur á Grønlandi, fær kaldliga móttøku har
Mynd: L. Jackson/Reuters  
 
10.11.2024 - 16:01

Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, kom í 2019 við einum uppskoti um, at USA átti at keypt Grønland.

Sjálvur hevur hann ikki endurtikið uppskotið nú, men tað ger hinvegin ein av partamonnum hansara, kongresslimurin Mike Collins.

Hann skal tó ikki vænta sær nakran stuðul í Grønlandi, har tankin um eina amerikanska yvirtøku fær kaldliga móttøku.

- Vit hava ikki hug til at fara úr danska kongaríkinum fyri síðani at melda okkum inn í tað næsta meirilutaharðræði, sigur Pele Broberg, formaður í sjálvstýrissinnaða flokkinum Naleraq við grønlendska kringvarpið, KNR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439