Nýtt sølufelag hjá Varðanum Pelagic søkir eftir stjóra

Nýtt sølufelag hjá Varðanum Pelagic søkir eftir stjóra
Tey, sum eiga Varðan Pelagic, eru partafeløgini Varðin, Delta Seafood, Kimbil og Bacalao
Sølufelagið skal selja fisk og fiskaúrdráttir og eisini fáast við marknaðarføring og logistikk. (Savnsmynd)
 
11.11.2024 - 08:19

Nýggja sølufelagið hjá Varðanum søkir eftir stjóra.

Tey, sum eiga Varðan Pelagic, hava stovnað altjóða sølufelag. 

Felagið skal selja fisk og fiskaúrdráttir.

Tað skal eisini fáast við marknaðarføring og logistikk. 

 

Stórir møguleikar

Eigararnir siga seg síggja stórar møguleikar við einum sølufelagi, sum selur eina røð av fiskavørum, samstundis sum ætlanir eru um útbyggingar, bæði á landi og á sjógvi.

Tey, sum eiga Varðan Pelagic, eru partafeløgini Varðin, Delta Seafood, Kimbil og Bacalao.

Freistin at søkja stjórastarvið er til 16. desember.

Talan er um fulltíðarstarv, sum skal setast skjótast gjørligt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542