KAF og Heilsuhjálparafelagið fara nú undir sáttmálasamráðingar

KAF og Heilsuhjálparafelagið fara nú undir sáttmálasamráðingar
Samráðingar verða eisini við Heilsurøktarafelagið og Maskinmeistarafelagið. Sáttmálatrætan við Maskinmeistarafelagið endaði hjá Semingsstovninum
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, og Anita Fuglø, leiðari í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum. Í næstum fara hesar báðar aftur til samráðingarborðið. (Savnsmynd)
 
13.11.2024 - 11:49

Klokkan eitt í dag hittast Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelagið á innleiðandi fundi um sáttmálasamráðingar.

Samráðingarnar byrja í næstu viku.

Kommunala arbeiðsgevarafelagið skal eisini samráðast við Heilsurøktarafelagið og við Føroya arbeiðarafelag um dagrøktarar nú í heyst.

Samráðingarnar við Maskinmeistarafelagið vera væntandi tiknar uppaftur í næstu viku, sigur Anita Fuglø, leiðari hjá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum. 

Feløgini vóru hjá Semingsstovninum.

Men semingsroyndin endaði 3. september, uttan at partarnir fingu semingsuppskot. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Fríggjadag 5. juni
Morgunlestur fríggjadagur 5.juni 2026
208844
Hósdag 4. juni
RagnarRokk 4.juni 2026
208850
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207