Dýrt at koyra uttan koyrikort

Dýrt at koyra uttan koyrikort
Tveir bilførarar, sum í gjárkvøldið og í nátt vórðu steðgaðir av løgregluni og ikki kundu vísa nakað koyrikort, fáa 5.000 krónur í part í bót
Politiið hevur steðgað fleiri bilum í gjárkvøldið og í nátt
Mynd: Savnsmynd  
 
17.11.2024 - 09:37

Í tveimum førum í nátt vórðu bilførarar steðgaðir, sum ikki høvdu eitt koyrikort at vísa fram. Tann fyrri varð steðgaður í Vágum beint fyri midnátt, og tann seinni um trý tíðina í nátt í Havn.

Bilførararnir fáa 5.000 krónur í bót í part.

Bótin fyri at koyra uttan at hava nakað koyrikort at vísa fram, veksur annars við tíðini. Fyrstu ferð kostar tað 5.000 krónur, aðru ferð 6.000 krónur, triðju ferð 7.500 krónur, fjórðu ferð 10.000 krónur, og fimtu ferð er bikarið fult - tá førir tað til fongsulsrevsing.

Hetta eru bøturnar til tey, sum koyra uttan at hava koyrikort. Um tú hevur mist koyrikortið og framvegis koyrir bil - tað vil siga koyrir í frádømingartíðini - kostar tað eina netto mánaðarløn í bót fyrstu ferð. Og gert tú tað aðru ferð, fært tú 10 dagar í fongsul.

Um 10 tíðina í gjárkvøldið varð ein annar bilførari steðgaður í Havn og er nú skuldsettur fyri rúsevnakoyring. 

Út á náttina og morgunin vórðu tveir aðrir bilførarar eisini tiknir í høvuðsstaðarøkinum fyri rúsdrekkakoyring.

Nógv fólk var í býnum í Havn í nátt, men sum heild gekk tað friðarliga fyri seg, sigur løgreglan.

Politiið gjørdi eisini vertshúseftirlit í Havn og í Klaksvík, men har var onki at koma eftir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. februar
Veðrið
204898
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737