Kalsoyggin í streymloysi

Kalsoyggin í streymloysi
Helst er talan um brek á linjuni millum Kunoy og Kalsoy, upplýsir SEV
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
24.11.2024 - 15:41

Tíðliga seinnapartin boðaði SEV frá, at streymurin var farin, bæði í Kalsoynni og Kunoynni. Tað gekk rímuliga skjótt at fáa streym aftur til Kunoynna, meðan Kalsoyggin enn er í streymloysi. 

Mest sannlíkt er talan um eitt brek á kaðallinjuni til Kalsoynna, upplýsir SEV, sum hevur fólk til arbeiðis fyri at finna og umvæla brekið. Enn er óvist, nær fólk í Kalsoynni fáa streymin aftur, men væntandi verður tað innan tveir tímar, upplýsir SEV.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744