- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avgjaldið hjá íslendsku alivinnuni hækkar 46 prosent
Avgjaldið hjá íslendsku alivinnuni hækkar 46 prosent
Síðani 2020 er gjaldið hækkað 2300 prosent
Mynd: Fiskifréttir
25.11.2024 - 11:10
Fiskaalingin í Íslandi skal gjalda ríkiskassanum 46 prosent meira næsta ár enn nú.
Gjaldið verður 2,30 krónur í okkara pengum fyri kilo av laksi og 1,15 krónur fyri ælabogasíl.
Síðani 2020 er gjaldið hækkað 2300 prosent.
Gjaldið verður ásett tvær ferðir um árið.
Tað verður ásett tann 15. august fyri tíðarskeiðið 1. januar til 30. juni, og tann 15. februar fyri tíðarskeiðið 1. juli til 31. desembur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV