Jana Mittún: Vit hava bíðað leingi eftir hesum

bannari
Jana Mittún: Vit hava bíðað leingi eftir hesum
Føroyingarnir gleða seg til EM-endaspælið ein dag undan fyrsta dystinum ímóti Sveis: - Vit vita, at tað verður hart, men vit fara ongantíð at geva upp, sigur Jana Mittún
Jana Mittún gleðir seg at fara undir endaspælið ímóti Sveis í morgin
Mynd: Hondbóltssamband Føroya  
 
28.11.2024 - 09:41

Niðurteljingin til EM-endaspælið hjá føroysku hondbóltskvinnunum er av álvara byrjað. 

Fyrstu dystirnir vera í dag, og í morgin skulu Føroyar í eldin, tá vertstjóðin, Sveis, tekur ímóti frammanfyri 7.000 viðhaldsfólkum í St. Jakobshalle í Basel.

Føroyski bakspælarin, Jana Mittún, sum telist millum lyklaspælararnar, gleðir seg.

 - Vit hava bíða leingi eftir hesum, sigur Jana Mittún við EHF. 

 - Vit gleðast um endiliga at kunna siga, at vit eru til EM-endaspælið.

Kviki gjøgnumbrotsspælarin kemur úr stórari hondbóltsfamilju í Hoyvík, og hon avdúkar eisini, at hon hevur spurt beiggjarnar, Paula og Óla, sum sjálvir spældu fyri Føroyar í Berlin í januar, um góð ráð.

 - Teir hava mint meg á at njóta kappingina og dystirnar, men eg fari helst at tosa við teir aftur í kvøld fyri at fáa nøkur góð ráð áðrenn fyrsta stóra dystin, sigur Jana Mittún.

 

Nýggjar umstøður

Hetta er fyrstu ferð, at føroyska A-landsliðið við kvinnum er við í einum endaspælið. Menningin hevur verið stór síðstu árini, men talan er um nýggjar umstøður fyri lutfalsliga ungu spælararnar í hvítum.

Tað er partur av avbjóðingini hjá venjaranum, Claus Mogensen.

 - Hetta verður nakað heilt nýtt fyri okkum. Vit vita, at hetta er ein hondbóltsdystur, sum allir aðrir, men umstøðurnar eru sjálvandi øðrvísi. Tí mugu vit savna okkum um sjálvan hondbóltin, sigur Claus Mogensen.

 - Sveis er eitt gott lið, sum hevur ment seg síðstu árini. Tey hava spælarar, sum spæla í hægsta altjóða stigi, so tað verður torført hjá okkum. Men vit trúgva upp á, at vit kunnu gera okkurt, sigur venjarin við EHF.

Málverjin, Annika Fríðheim Petersen, fegnast um tey 400-500 føroyingarnar, sum eru komnir til Basel at stuðla landsliðnum.

 - Stuðulin frá føroyingum hevur alt at siga. Eg veit, hvussu tað kennist, tá vit fara í landsliðsblusuna og spæla fyri Føroyar. At vita, at tey vera her fyri at stuðla okkum er fantastiskt, sigur málverjin við EHF.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
Breddin: Fráflyting í søguligum høpi
184289
Hósdag 28. november
Morgunlestur hósdagur 28.november 2024
184107
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Mikudag 27. november
Skratsj 27. novembur 2024
184248
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205

Annað frá KVF