St. Jakobshalle karmur um føroysku EM-dystirnar

bannari
St. Jakobshalle karmur um føroysku EM-dystirnar
Tað verður í St. Jakobshalle í Basel, at føroysku kvinnurnar skulu spæla EM-hondbólt fyri fyrstu ferð
 
26.11.2024 - 13:12

Tá føroysku hondbóltskvinnurnar traðka út á vøllin til sín fyrst EM-dyst ímóti Sveis, verður tað í St. Jakobshalle í Basel.

Talan er um nýmótans stórhøll, sum kann hýsa alskyns tiltøkum sum t.d. konsertum, leikum og ikki minst ítrótti. 

Tá alt er íroknað er høllin 20.000 fermetrar. Undir endaspælinum er pláss fyri smáum 7.000 áskoðarum, so tey umleið 400-500 føroysku viðhaldsfólkini skulu rópa hart, um tey skulu hoyrast framum heimaáskoðararnar undir fyrsta dystinum fríggjadagin.

St. Jakobshalle hýsir ikki bert føroyska bólkinum (bólkur D), men eisini C-bólkinum, har Frakland, Spania, Pólland og Portugal kappast. 


Hondbóltshøllin í St. Jakobshalle tekur smáar 7.000 áskoðarar til EM-endaspælið, har tey 400-500 føroysku viðhaldsfólkini ivaleyst fara at hoyrast væl. MYND: stjakobshalle.ch 

 

Basel hevur nógv at bjóða uppá

Sveisiski vertsbýurin, Basel, er kendur sum mentanarhøvuðsstaðurin í miðevropeiska landinum. 

177.000 fólk búgva í býnum, sum liggur norðarlaga har sveisiska, týska og franska markið renna saman, og ivaleyst er at gera hjá føroyingunum dagarnar undan og ímillum EM-dystirnar.

Millum annað bjóðar Basel upp á meir enn 40 listasøvn, og hesa tíðina valdar hátíðarhugni við stórum jólamarknaðum á Münsterplatz og Barfüsserplatz við Rínánna, sum rennur ígjøgnum býin.


Basel liggur, har sveisiska, týska og franska markið renna saman, og Rínáin rennur ígjøgnum sveisiska "mentanarhøvuðsstaðin". MYND: Basel.com

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558