Liðskiparin: "Tilknýtið er vorðið sterkari"

Liðskiparin: "Tilknýtið er vorðið sterkari"
Pernille Brandenborg hevur føroyska mammu, men er uppvaksin í Danmark. Tilknýtið til Føroyar hevur altíð verið sterkt og er styrknað, síðan hon kom á landsliðið, sigur strikan
26.11.2024 - 15:39

Pernille Brandenborg er liðskipari á føroyska hondbóltslandsliðnum, sum fríggjadagin setir hol á søguligt EM-endaspæl við dysti ímóti Sveis í St. Jakobshalle í Basel.

Sterka strikan hevur spælt 43 ferðir, síðan hon var spurd, um hon hevði hug at spæla fyri føroyska landsliðið fyri skjótt 10 árum síðan.

Pernille Brandenborg er uppvaksin í Danmark, har hon hevur fingið sín hondbóltsuppvøkstur, men hon hevur føroyska mammu og hevur verið í Føroyum hvørt summar ígjøgnum barnaárini.

 - Tað var stórt at koma á føroyska landsliðið. Eg havi fingið sterkari tilknýti, haldi eg sjálv, eftir at vera komin á landsliðið, tí eg havi fingið nógv nýggj vinarbond. Eg skilji málið nú, og eg eri nógv í Føroyum, næstan meir enn heima hjá mammu og babba, tá eg havi frí. Eg kenni meg sera erna av at vera partur av føroyska landsliðnum, sigur Pernille Brandenborg. 

Hoyr meir frá føroyska EM-liðskiparanum í innslagnum omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786