Pál Weihe: Eiga at hjálpa føroyskum læknum at koma heimaftur

Pál Weihe: Eiga at hjálpa føroyskum læknum at koma heimaftur
195 føroyskir læknar arbeiða uttanlands í løtuni
Pál Weihe væntar, at tørvur verður á umleið 100 læknum aftrat í Føroyum um fimm ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.11.2024 - 12:37

At útbúnir læknar ikki koma aftur til Føroya, er væl kend støða hjá Pál Weihe, sum er serlækni og professari í fólkaheilsu.

195 føroyskir læknar arbeiða uttanlands, vísa nýggj tøl frá Hagstovuni. 

- Vit mugu spyrja tey ungu, hvussu vit kunnu hjálpa teimum at flyta  heimaftur, sigur hann.

 

Pál Weihe. 

 

Pál Weihe heldur, at vit eiga at tosa við læknarnar persónliga, hvussu vit kunnu hjálpa teimum ígjøgnum kravdu útbúgvingina, og at læknarnir so enda aftur í Føroyum.

Hann væntar, at tørvur verður á umleið 100 læknum aftrat í Føroyum um fimm ár.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

29112024_Pal_Weihe

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860