Uppskot um skattalætta fall

Uppskot um skattalætta fall
Sitandi býráð í Havn atkvøður sum meirilutin er í komandi býráði
Nývalda býráðið sæst aftur í atkvøðugreiðslum hjá býráðnum, sum situr til nýggjárs.
 
29.11.2024 - 06:12

Eitt uppskot hjá Birgiri Nielsen um at lækka skattaprosentið í Tórshavnar kommunu fall á býráðsfundinum í gjár.

Uppskotið var at lækka skattaprosentið úr 19 niður í 18,75.

Uppskotið fekk fimm atkvøður.

Tær vóru frá Birgiri Nielsen, Tróndi Sigurðsson, Kára Johansen, Súnu Mørk og Annfinni Brekkstein.

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi atkvøddu ímóti.

Súsanna Olsen og Birita Baldvinsdóttir Iversen, sum var á fundinum fyri Bjørg Dam, atkvøddu blankt.

Birgir Nielsen sigur, at skattalækkingin hevði kostað 14,5 mió. kr.

Tær skuldu fíggjast við at minka raksturin hjá kommununi 14,5 mió. kr.

Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu verður 19 næsta ár, tað sama sum í ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666